Frans pávi biður um umbering

Frans pávi biður um umbering
Frans Pávi biður nú um umbering, eftir hann hevur verið hvassorðaður móti teimum, sum siga, at prestar hava gjørt seg kynsliga inn á tey
 
23.01.2018 - 08:09

Pávin viðgongur, at hann hevur sært nógv, tá hann vardi kilska biskuppin, Juan Barros, sum verður kannaður - skuldsettur fyri at hava vitað um kynsligan ágang.

Pávin viðgongur, at tað var ein frammaná til offrini, og tað var ikki ætlanin.

Hann biður um umbering fyri, at hann hevur sagt, at offur eiga at vísa prógv fyri sínum skuldsetingum. 

Firtið svar

Hóast Frans pávi segði, at hann angraði orðavalið og tónalagið, tá hann, hósdagin, firtin svaraði spurningum frá journalistum í Kili, - segði, at hann samstundis var vísur í, at Juan Barros, prestur, var ósekur og at hann skuldi halda fram í sínum gerningi.

Pávir bað um umbering á tíðindafundi, sum hann sjálvur skipaði fyri, tá hann kom heimaftur eftir vitjan sína í Peru og Kili.

Juan Barros er skuldsettur fyri at hava vart Fernando Kardima, prest, sum í langa tíð hevur framt kynsligan ágang móti dreingjum. 

Skuldsetingar móti Kardima og Barros gjørdust almennar í 2010, men tað forðaði ikki Frans Páva í at tilnevna Barros til biskup í 2015.

Vil hava prógv

Tá pávin hósdagin varð spurdur um støðuna, vardi hann av fullum huga Barros.

- Tað er ikki ein einasti drongur, sum hevur nakað prógv móti honum. Tann dagin, tá onkur kann vísa mær prógv, so tosast vit við aftur, segði pávin.

Orðini elvdu til mikla øsing í Kili, - serliga millum offrini, sum hava verið alment frammi og greitt frá um kynsliga ágangin. 

Brotsverkini firnað

Avdúkingin um pedofili og at royna at fjala kynslig brostverk hjá prestum er dyggur smeitur fyri katólsku kirkjuna - eisini í Kili. Síðani aldarskifitið eru talsamans 80 prestar skuldsettir fyri kynsligan ágang.

Fernando Kardima, prestur, kom tó ongantíð fyri rættin, tí brotsverkini, sum vórðu avdúkað í 2010, longu vóru firnað.

Løgfrøðiligu kanningarfólkini gjørdu tó ta niðurstøðu, at skuldsetingarnar móti Kardima vórðu álítandi, og at grundarlag hevði verið fyri rættarsókn, um brotsverkini ikki høvdu verið firnað.

Vatnikanið dømdi í 2011 Kardima til at koma á rætta leið aftur og til bøn alla ævi sína, men onga ítøkiliga revsing, skrivar svt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585