Demensdepil í gomlu Marinustøðini næsta summar

Demensdepil í gomlu Marinustøðini næsta summar
Tjarnarlon skal umbyggjast og útbyggjast fyri slakar 24 millónir krónur
Tjarnarlon í Havn.
Mynd: Tórshavnar kommuna.  
 
24.01.2018 - 09:34

Tjarnarlon, sum er í Tjarnargarði í Havn, skal umbyggjast til átta umlættingarpláss til fólk, sum hava demessjúku.

Samstundis verður loftið útbygt, so dagtilhaldið, sum nú er í Tjarnarlon. kann flyta hagar. 

Bygningurin, sum er gamla Marinustøðin, er frá 1960, og hann krevur umvælingar og umbygging fyri 23,8 mió. kr.

Ætlanin er at gera ein demensdepil til 20 fólk í bygninginum.

Byggingin byrjar 1.mai í ár og skal verða liðug á sumri 2019. 

Málið er fyri á býráðsfundinum hóskvøldið. Tá skal eisini bygginevnd veljast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585