Granskarar ovfarnir av nógva plastinum í sjónum

Granskarar ovfarnir av nógva plastinum í sjónum
Norskir granskarar eru ovfarnir av, hvussu nógv plast er at finna í Barentshavinum og norðrari enn tað.
 
24.01.2018 - 10:01

Plast er at finna í ísinum, í havinum ímillum Grønland og Svalbard og á strondunum á Svalbard.

Hildið verður, at talan er um 79.000 tons av ruski, og av tí er tað mesta plast.

- Tað sum órógvar okkum mest, eru smáu plastpettini, sum eru minni enn ein millimetur, tí eingin veit hvørja ávirkan smáu pettini kunnu hava á fisk og fugl, sigur ein av granskarunum, Ingeborg Hallanger við Norska Kringvarpið.

Hon vísir á, at plastið ikki hvørvur úr náttúruni, men syndrast í smærri og smærri pettir.

Mikroplast er í tannkremi, húðkremi, sminku og øðrum, samstundis sum nógv mikroplast er í syntetiskum klæðum, og fer í náttúruna tá klæðini verða vaskað, tí plastið verður ikki fangað í reinsianleggunum, men fer beinleiðis í havið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819