Heiðursgáva Landsins 2017 latin Frits Johannesen

Heiðursgáva Landsins 2017 latin Frits Johannesen
Heiðursgáva Landsins 2017 er latin fjøllistamanninum Frits Johannesen.
Mynd: Birgir Kruse  
 
24.01.2018 - 15:56

Í kvøld, mikukvøldið 24. januar 2018, handar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Mentanarvirðislønir Landsins fyri 2017.

Tríggjar virðislønir verða handaðar á almenna tiltakinum, sum er í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins.

Heiðursgáva Landsins 2017. Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Henda virðisløn verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr.

Í grundgevingini stendur millum annað:

Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt streingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á.

Her er øll grundgevingin:

Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið.

Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt tað pedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara í skúla.

Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu.

Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt streingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og tað heldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari. Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørvið við framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðari til alt Føroya fólk.

Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkja og skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum hava verið framførdir í Fuglafjarðar skúla.

Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði at syngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eitt serliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondum og Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskum løgum. Hóast mong ár eru gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úr Fuglafirði við sínum runda og milda klangi.

Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista- og mentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild.

Fyri hetta avrikið fær Frits Johannesen Heiðursgávu Landsins 2017.

Dómsnevndin

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir. Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819