Tríggir nýggir býráðslimir í sama flokki

Tríggir nýggir býráðslimir í sama flokki
Tríggir menn taka sæti í býráðnum í Havn fyri fyrstu ferð í kvøld
Frá vinstru Djóni N. Nolsøe, Høgni Joensen og Odd Færø
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.01.2018 - 11:52

Javnaðarflokkurin fer at hava tríggjar nýggjar mans á býráðsfundinum í Havn í kvøld.

Tríggir býráðslimir hjá flokkinum vera ikki á fundinum í kvøld.

Men flokkurin verður fullmannaður fyri tað, tí Djóni N. Joensen, Høgni Joensen og Odd Færø taka sæti í býráðnum í kvøld.

Odd Færø er greinari á roknskapardeildini hjá SEV og útbúgvin í vinnubúskapi, og hann hevur haraftrat eina tryggingarútbúgving. Hann fekk 136 atkvøður á kommunuvalinum í 2016. 

Djóni N. Joensen er løgtingsmaður og útbúgvin námsfrøðingur. Hann fekk 117 atkvøður.

Høgni Joensen er skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt og útbúgvin lærari. Hann fekk 111 atkvøður í 2016.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887