Fólkatalið í Grønlandi minkar støðugt

27.01.2018 - 10:02
AktueltSamfelag
Fólkatalið í Grønlandi minkar støðugt
Og til 2040 fara 4.000 fólk at flyta úr landinum, um gongdin ikki verður vend
 
 

Fólkatalið í Grønlandi er seinastu árini minkað støðugt, og framskrivingar vísa, at gongdin fer at halda fram.

Nú búgva um 50.000 fólk í Grønlandi, sum eru fødd og uppvaksin har. Í 2040 verður fólkatalið minkað niður í 46.000 fólk, vísir ein framrokning sum grønlendska hagstovan hevur gjørt, út frá verandi gongd.

Til 20240 fara sostatt 4.000 fólk at flyta úr landinum, um gongdin ikki verður vend.

Grønlendska hagstovan hevur eisini greinað, hvørji fólkini eru, sum velja at flyta úr Grønlandi, og tann greiningion vísir, at gondin er jøvn millum øll, frá barni til pensjónsaldur.

Tá talkan er um børnini er útrokningin eitt sindur óviss, tí við í teimum tølunum eru børn, hvørs foreldur bert búgva eitt skifti í Grønlandi.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Mánadag 25. mars
Hondboltur hálvfinala: H71 - VÍF
92677
Sunnudag 24. mars
Andaktin
92675