Spanskur spælari til Víking

Spanskur spælari til Víking
Víkingur hevur í kvøld styrkt seg við sponskum verjuspælara
 
28.01.2018 - 20:43

Føroyameistarin, Víkingur, hevur í kvøld skrivað sáttmála við 27 ára gamla spaniólan, Dennis Nieblas Moreno.

Sáttmálin millum Dennis Nieblas Moreno og Víking er galdandi í eitt ár.

Nýggi verjuspælarin hjá Víkingi hevur nógvar altjóða royndir.

Hann hevur spælt í Spania, Portugal,Kýpros, Jordan, Ekvador og Eysturríki.

Í 2014 spældi hann í næstbestu deildini í Portugal og varð valdur til besta verjuspælara í kappingini.

Við hesum spælaranum hevur Víkingur nú tríggjar miðverjar í hópinum. 

Fyrr í mánaðinum skrivaði Víkingur sáttmála við nigerianska verjuspælaran, Rasheed Alabi.

Umframt teir báðar útlendsku miðverjarnar hevur Víkingur eisini liðskiparan á landsliðnum, Atla Gregersen í hópinum.

Ein sterkur leiðari

Venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross, sigur, at felagið hevur í longri tíð hildið eyga við Dennis Nieblas Moreno, og hann er fegin um, at hann er komin til Víking.

- Hann er kropsliga sterkur, hann er góður við bóltinum og hann dugir at stýra einari verju. Maurice Ross leggur afturat, at nýggi verjuspælarin eisini hevur sterka persónlighet.

- Fyri meg hevur persónligheitin nógv at siga, tí tað krevur nógv av einum útlendingi at koma til Føroyar at spæla fótbólt. Dennis hevur tað, ið krevst, sigur venjarin hjá Víkingi.

Bíða framvegis eftir Erlingi Jacbosen

Erling Jacobsen hevur í mong ár verið partur av verjuni hjá Víkingi, men enn er óvist, um hann fer at spæla fótbólt í ár.

Skuldi hann skrivað sáttmála við Víking er støðan, at felagið hevur fýra miðverjar.

Maurice Ross sigur, at hann vil fegin hava Erling í hópin, men at hann kundi ikki bíða meira, og tí er sáttmáli skrivaður við Dennis Nieblas Moreno.

- Vit vóna framvegis, at Erling Jacobsen skrivar sáttmála við okkum. Um hann ger tað, skal eg nokk finna út av, hvør spælir hvar, sigur Maurice Ross.

Hann nevnir, at Dennis Nieblas Moreno hevur so mikið góðan bóltførleika, at hann helst eisini kann brúkast á verjukenda miðvøllinum.

Fróði Benjaminsen

Spenningur er eisini um Fróða Benjaminsen. Fróði er blivin 40 ár, og enn er óvist, um hann fer at spæla fótbólt í ár, og um so er, hvørjum hann fer at spæla við.

NSÍ-venjarin, Sámal Erik Hentze, sum var venjari hjá Víkingi í fjør, heitti í 3-2 mánakvøldið á Fróða um at koma til NSÍ.

Men Maurice Ross vil eisini fegin, at sterki miðvallarin heldur fram í Víkingi.

Fróði Benjaminsen er ein vaksin maður, og tí geva vit honum frið at taka sína avgerð. 

- Vit vilja sjálvandi, at hann skrivar sáttmála við okkum. Øll feløg í Føroyum vilja hava Fróða Benjaminsen, tað er ein sjálvfylgja, sigur Maurice Ross.

Venjarin hjá Víkingi sigur,at í løtuni eru teir bara áhugaðir at skriva sáttmála við Erling Jacobsen og Fróða Benjaminsen. Felagið leitar ikki eftir fleiri spælarum.

Tilgongd í Víkingi:

Rasheed Alabi (Nigeria)
Dennis Nieblas Moreno (Spania)

Frágongd í Víkingi

Sorin Anghel (AB)
Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)
Erling Jacobsen (óvist)
Fróði Benjaminsen (óvist)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652