Vistu ikki, at tað var barnapornografiskt tilfar

Vistu ikki, at tað var barnapornografiskt tilfar
Fýra ungir danir skulu í rættin fyri at hava sent barnapornografiskt tilfar víðari til onnur
 
29.01.2018 - 17:44

Málið snýr seg um eitt videobrot frá 2015, har tvey 15 ára gomul hava samlegu, og sum tilsamans 1004 danir eru skuldsettir fyri at hava deilt við onnur. Tað skrivar TV2 á heimasíðuni.

Tá ið persónar í videobrotinum eru yngri enn 18 ár, er talan um eitt mál, har barnapornografiskt tilfar er deilt, og ein av teimum fýra, sum nú skulu í rættin, hevur deilt video 59 ferðir við onnur.

Deilt video fleiri ferðir

Hetta eru væntandi bara tey fyrstu av fleiri, sum skulu í rættin fyri at hava deilt barnapornografiska tilfarið. 436 fólk eru higartil avhoyrd í málinum, og av teimum játta 280, at tey hava deilt videobrotið.

Felags fyri tey skuldsettu er, at tey eru skelkað av at vera skuldsett sambært grein 235 í revsilógini um barnaporno. Nógv siga seg ikki kunna vita, hvussu gomul fólkini í videobrotinum vóru.

Hørm um revsiváttinina

Ein av teimum er 19-ára gamla Mira Bech. 

- Hetta er løgið, og eg eri skelkað. Brotið var allastaðni, fólk vóru forvitin og sendu tað til hvønn annan, og so hevði eg tað brádliga eisini á míni telefon. Tað ringasta, sum kann henda er, at eg fái okkurt á revsiváttanina, sum kann ávirka mína framtíð, sigur Mira Bech við TV2.

Fólk eru skelkað

Claus Birkelyng, politiinspektørur á Nationalt Cyber Crime Center, skilir væl, at fólk eru skelkað av, at vera skuldsett fyri at hava deilt eitt video - men hetta er ólógligt, leggur hann dent á.

- Tað er sjálvandi syrgiligt hjá teimum 1000 skuldsettu, og fyri foreldrini, men tað hevur vundið upp á seg, at fólk halda seg kunna gera sum teimum lystir á sosialum miðlum. Revsilógin fevnir eisini um tað, sum tú gert á netinum, og tað mugu fólk gera sær greitt, sigur Claus Birkelyng, politiinspektørur á Nationalt Cyber Crime Center við TV2.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819