Fáa tveir dagar afturat at virka lodnu til matna

Fáa tveir dagar afturat at virka lodnu til matna
Sama botnfiskakvota undir Íslandi. Ísland kann nú hava 15 skip í senn á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi
Íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Þór Júlíusson,
 
30.01.2018 - 07:06

Fiskirættindaavtalan, sum Føroyar og Ísland gjørdu í gjár, er neyvan betri fyri Føroyar enn tann, sum var galdandi fjør.

Íslendska fiskimálaráðið kunngjørdi tíðliga seinnapartin í gjár, at føroyingar kunnu framvegis fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni. Hámarkið er tó nú 25.000 tons í staðin fyri 30.000. 

Og føroyingar hava fingið tveir dagar afturat, frá 15.februar til 17.februar, at landa lodnu til matna í Føroyum ella virka hana umborð. 

Eftir 17.februar skulu føroysk skip landa minst tveir triðingar av lodnuni í Íslandi.

Er fiskiskapurin góður, gera tveir dagar mun. Sum skilst bað Fiskimálaráðið um eina viku afturat. 

Íslendingar kunnu nú hava 15 í staðin fyri 12 skip í senn á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.   

Sama toskakvota

Føroyar hava somu botnfiskakvotu í íslendskum sjógvi, 5.600 tons. Toskur má, eins og í fjør, í mesta lagi vera 2.400 tons. 

Ísland fær aftur í ár 1.300 tons av makrelkvotuni hjá føroyingum í føroyskum sjógvi.

Men Ísland sigur frá sær 2.000 tons av sild, sum leingi hava staðið í avtaluni landanna millum, men sum íslendingar ikki hava fiskað í nógv ár.

Føroyar og Ísland miða eftir at gera rammuavtalu um fiskivinnu sum skjótast. Arbeiðið at fyrireika slika avtalu skal vera liðugt fyri 1.september í ár.

Úr Fiskimálaráðnum í Føroyum er eingin almenn fráboðan komin um semjuna, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Kristján Þór Júlíusson, íslendski fiskimálaráðharrin, gjørdu fyrrapartin í gjár.

Men føroysku reiðaríni fingu at vita fyrrapartin í gjár, at tey kundu fara til Íslands at fiska lodnu. 

Ótolnir

Íslendskir reiðarar bíða nú ótolnir eftir boðunum frá íslendskum fiskifrøðingum, um lodnukvotan verður størri í ár.

Havrannsóknarstovan kannar nú útbreiðsluna hjá lodnuni og støddina á lodnustovninum fyri at kunna áseta kvotuna.

Sum er, er kvotan 200.000 tons. Føroyar eiga fimm prosent av kvotuni, 10.000 tons.

Hon er býtt millum sjey skip, men í átta partar, tí Finnur Fríði eigur tveir partar. So, hvørt skipið eigur ikki nógva lodnu.

Føroysku reiðaríini hava fingið at vita úr Fiskimálaráðnum, at loyvini verða skrivað í morgin ári.

Norðborg fór av stað seinnapartin í gjár og bíðar norðanfyri eftir at sleppa í íslendskan sjógv.

Høgaberg er eisini klárt at fara.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010