Fiskimálaráðið: Her er semjan fyri lodnufiskiskap

Fiskimálaráðið: Her er semjan fyri lodnufiskiskap
Seinnapartin boðaði Fiskimálaráðið frá semjuni, sum er gjørd millum Føroyar og Ísland um fiskirættindin fyri tað, sum eftir er av 2018
 
30.01.2018 - 14:22

Føroyar og Ísland eru samd um beinanvegin at fara undir samráðingar um nýggjan rammusáttmála landanna millum, har áralanga samstarvið um sínámillum fiskirættindi verður tikið upp til nýggja viðgerð. Hesar samráðingar skulu vera lidnar 1. september 2018.

Sambært semjuni fyri 2018 varðveita Føroyar sína kvotu av botnfiski á 5.600 tons í íslendskum sjógvi og Ísland sína kvotu av makreli á 1.300 tons í føroyskum sjógvi. Hinvegin missir Ísland sína kvotu á 2.000 tons av heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi.

Bæði Føroyar og Ísland varðveita síni rættindi til atgongd at veiða sínar kvotur fyri svartkjaft og norðhavssild hvør hjá øðrum, har talið av íslendskum skipum tó kann vera í mesta lagi fimtan í senn.

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður 5 prosent av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 25.000 tons. Verður heildarkvotan størri enn 500.000 tons, eru londini tilreiðar at viðgera møguligar tillagingar í fiskiveiðiskipanini landanna millum.

Avmarkingarnar á føroyskum lodnulandingum og virking umborð til matna vera linkaðar við tveimum døgum frá 15. februar til 17. februar, skrivar Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887