Trump: Nú er høvið at liva amerikanska dreymin

Trump: Nú er høvið at liva amerikanska dreymin
Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt fyrstu State of The Union-talu sína í nátt
Lógvabrestirnir rungaðu
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
31.01.2018 - 07:37


Í taluni tosaði hann um skottilburðin í Las Vegas, at skatturin er lækkaður og at yvirgangur skal niðurberjast.

Hann heitti á politikarr um at søkja felagsmál og samstarva, so at ábøtur kunnu gerast á eitt nú tilflytarapolitikkin.

Fleiri ferðir vóru standandi lógvabrestir, meðan demokratarnir vórðu sitandi. Trump klappaði eisini fleiri ferðir sjálvur.

Nú er løtan

Hann tosaði beinleiðis til hyggjaran um m.a. nýggju amerikonsku løtuna:

- Hetta er í roynd og veru okkara nýggja amerikanska løta. Tað hevur ongantíð verið betri høvið at byrja og liva amerikanska dreymin. Til allar borgarar, sum hyggja í kvøld, sama, hvar tú hevur verið ella hvagani tú kemur: Hetta er løtan hjá tær. Arbeiðir tú hart, hevur tú álit á tær sjálvum, hevur tú álit á USA, so kanst tú droyma hvat tú vilt, tú kann gera alt. Og saman, megna vit alt, segði Donald Trump.

Sum undangongumenn sínir, greiddi Trump eisini frá ætlanum sínum: - størri játtan skal veitast til at berja niður kriminalitet, og fleiri skúlar og vegir skulu byggjast. Amerikanski herurin skal uppraðfestast, og tað skapar eisini fleiri arbeiðspláss.

Nakað fyri nakað

Fíggjarlógarkreppan í USA rakar aftur um góða viku. Men forsetin kom við uppskoti um, hvussu ósemjan við demokratarnar kann loysast. Hann gevur sonevndu Dreamers-børnunum, tey eru 1,8 miljón í tali, ríkisborgararætt. Hetta eru børn hjá  ólógligum tilflytarum í USA. AFturfyri vil hann hava demokratarnar at taka undir við at skerja møguleikarnar hjá fátækum fólki at sleppa til USA. Og hann vil eisini hava undirtøku til at fíggja stóra múrin, - Great Wall.  

Meðan lógvabrestirnir rungaði frá republikanarum, sótu demokratarnir hendur í favn. Sostatt eru útlitini fyri hesi loysn ikki góð.

Kjarnorkuvápnini dagførast

Trump vísti á sína ónøgd við iransku kjarnorkuavtaluna, og at hann er stúrin fyri norðurkoreisku kjarnorkuætlanunum. 

Hann boðaði frá, at USA í framtíðini fer at nútímansgera síni kjarnorkuvápn. 

- Vit mugu nútímansgera og útbyggja kjarnorkuvápnini okkara. Við vón um, at vit ongantíð fara at brúka tey, mugu vit gera tey so sterk og máttmikil, at tað fyribyrgir álopi á okkum.

Í taluni hjá honum var einki álop á frælsu pressuna, og ikki eitt orð um "fake news".

Talan vardi slakan hálvan-annan tíma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010