Handil við talgildum gjaldoyra er skattskyldugur

Handil við talgildum gjaldoyra er skattskyldugur
Handil við talgildum gjaldoyra, so sum bitcoin, er skattskyldugur. Tað sigur Taks.
 
01.02.2018 - 09:41

Seinastu árini eru komin talgild gjaldoyru, sum kunnu keypast og seljast á netinum og onkra staðni býtast um við vørur í vanligum handlum. Tey eru eitt nú Bitcoin, Ripple, Stellar og Dash.


Spurningurin hevur so verið, um handil við hesum gjaldoyrum er skattskyldugur. Tað er hann sambært skattalógini, sigur Taks.  Skattur skal rindast av allari inntøku, um ikki undantøk eru í lógini.

Eitt undantak er, at skattur verður ikki rindaður av at selja ogn, so sum hús, sum ikki er keypt við víðarisølu ella umbýti fyri eyga.  Taks metir tó, at handil við talgildum gjaldoyra fyrst og fremst verður gjørdur við júst tí endamáli at selja víðari ella býta um. Hesin handil er tí skattskyldugur.

Skal keypsprísurin dragast frá søluvirðinum, so at bara nettovinningurin verður skattaður, skulu keypsprísur og søluvirðið skjalprógvast, sigur Taks. Tap, sum ikki rúmast sum frádráttur í vinninginum, kann ikki flytast til frádrátt í aðrari inntøku ella verða framflutt sum hall ella tap í seinni árum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652