Hesar útbúgvingarnar geva lægstu og hægstu lønina

02.02.2018 - 13:41
AktueltSamfelag
Hesar útbúgvingarnar geva lægstu og hægstu lønina
Tey flestu halda, at longri útbúgvingin er, hægri løn fært tú. Men tað er ikki neyðturviliga soleiðis, vísir ein kanning hjá Rockwool Fonden. 
 

Kanningin vísir, at ein fær nógv lægri løn, um ein velur eina humanistiska útbúgving í staðin fyri eina vinnubúskaparliga útbúgving. 

Kanningin hevur samanborið lesandi, sum hava somu fortreytirnar, men hava valt ymiskar útbúgvingar, og niðurstøðan er greið. Velur tú eina humanistiska útbúgving, fært tú 100.000 krónur færri um árið, tað svarar til umleið 30 prosent minni, enn ein, sum hevur lisið vinnulívsbúskap ella læknafrøði. 

TV2 hevur gjørt eitt yvirlit yvir tær útbúgvingarnar, sum geva ávikavist lægstu og hægstu mánaðarlønirnar. 

Hesar tíggju útbúgvingarnar geva lægstu mánaðarlønirnar: 

  • Tónleikaterapi. Miðallønin eftir tíggju ár er 26.400 krónur um mánaðin
  • Sjónleikur og framførslur. Miðallønin eftir tíggju ár er 27.600 krónur um mánaðin  
  • Frálærufrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.100 krónur um mánaðin
  • Leiklistafrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.300 krónur um mánaðin
  • Polskt mál og mentan. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.500 krónur um mánaðin
  • Russiskt mál og mentan. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.500 krónur um mánaðin
  • Grikskt miðaldarmálfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.500 krónur um mánaðin
  • Listasøga. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.700 krónur um mánaðin
  • Miðaldar- og endurburðarfornfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 30.700 krónur um mánaðin
  • Serfrøði í fornari egyptiskari mentan. Miðallønin eftir tíggju ár er 31.500 krónur um mánaðin

Hesar tíggju útbúgvingarnar geva hægstu mánaðarløn:

  • Tryggingarstøddfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 71.800 krónur um mánaðin
  • Vinnulívsbúskapur og støddfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 66.500 krónur um mánaðin
  • Grannskoðari. Miðallønin eftir tíggju ár er 64.200 krónur um mánaðin
  • Læknafrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 63.200 krónur um mánaðin
  • Búskaparfrøði. Miðalløn eftir tíggju ár er 62.000 krónur um mánaðin
  • Vinnulívsbúskapur og kunningartøkni. Miðalløn eftir tíggju ár: 57.700 krónur um mánaðin
  • Elektroniskt vinnulív. Miðallønin eftir tíggju ár er 57.700 krónur um mánaðin
  • Tannlækni. Miðallønin eftir tíggju ár er 56.400 krónur um mánaðin
  • Vinnulívsbúskapur og vinnulívsløgfrøði. Miðallønin eftir tíggju ár er 55.600 krónur um mánaðin
  • Vinnulívsbúskapur. Miðallønin eftir tíggju ár er 55.500 krónur um mánaðin

Tað finnast ikki hagtøl fyri allar lønir, tískil er yvirlitið gjørt við fyrivarni. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106924
Leygardag 28. mars
Álopið á St. Nazaire
106652
Leygardag 28. mars
Jambalaja 280320
106908
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt við Ove Froyseth
106934
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106923
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783