Paul Ryan strikar boð á Twitter

Paul Ryan strikar boð á Twitter
Eftir mikið rok um eini boð á Twitter, hevur Paul Ryan strikað tey. - Hann skilir ikki vanliga amerikanaran, siga tey, sum hava at Paul Ryan
 
04.02.2018 - 10:26

Formaðurin í umboðsmannatinginum í USA, Paul Ryan, hevur gjørt sum forsetin í USA hevur gjørt so mangan og fingið mikið uppmerksemi fyri eini boð, hann sjálvur hevur skrivað á sosiala miðlinum Twitter. Og so hevur Paul Ryan strikað boðini aftaná, tí tey fullu ikki í góða jørð. Eitt nú hava fleiri demokratar og nógvar Twitter-brúkarar havt at Ryan.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag.

Í boðunum royndi Ryan at vísa á, at skattalættin hjá Republikanska flokkinum, sum hann er partur av, var væleydnaður. Sum dømi um tað nevndi hann eitt alment settan skrivara, sum fekk hálvanannan dollara í lønarhækking. Altso smáar níggju krónur um vikuna.

Hetta hevur fingið fleiri at vísa á, at Paul Ryan ikki hevur samband við ella skil fyri gerandisdegnum hjá vanliga amerikanarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819