600 nýggir bústaðir í Tórshavn

bannari
600 nýggir bústaðir í Tórshavn
Tórshavnar kommuna samtykti í desember ein nýggjan bústaðarpakka fyri kommununa. Kommunan veitir grundstykki, og vinnan byggir bústaðirnar
 
06.02.2018 - 13:13

600 nýggir bústaðir skulu standa klárir í 2022. Tað er ætlanin við nýggja bústaðarpakkanum, ið Tórshavnar kommuna hevur samtykt.

Talan er um 200 grundstykkir til sethús, 100 grundstykkir til tví- og randarhús, 240 íbúðir og 60 lestraríbúðir.

Samstarva við vinnuni

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at ítøkiliga uppgávan hjá kommununi er eitt sindur samansett, tí kommunan kann veita grundstykkir, men tað er torførari at átaka sær upgávuna sum byggiharri og útleigari. Tí leggur kommunan upp til eitt samstarv við vinnuna.

- Vit fara í gongd við nøkur útboð, har vit bjóða nøkur lendi í kommununi út á uppboðssølu, har vit leggja upp til, at man finnur saman í samstørvum - vinnan, tryggingarfeløg, men eisini kommunan, soleiðis at tað verður eitt OPP-samstarv, sigur hon.

Tað privata fíggjar

Eitt sokallað OPP samstarv er eitt samstarv millum almennar myndugleikar og privatar aktørar.

Í stuttum kann sigast, at tað almenna bíleggur eina uppgávu, sum tað privata fíggjar og stendur fyri. Síðani rindar tað almenna íløguna aftur yvir eitt longri tíðarskeið.

Tað merkir, at tann privati aktørurin átekur sær váðan, men fær eisini inntøkurnar, um íløgan spælir væl av. Hetta er eitt nógv brúkt amboð aðra staðni, men er ikki vælkent her heima.

Kommunan skal ikki byggja

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, segði í fjør, at kommunur áttu at fingið loyvi at bygt bústaðir og leiga út, tí hetta var ein skjótur máti at loysa bústaðartrupulleikan. Hetta er tó ikki eitt sjónarmið, sum Annika Olsen tekur undir við.

- Eg hald ikki, at tað er rætt, at kommunan fer inn og verður ein stórur byggimastodontur í beinleiðis kapping við vinnuna, sigur borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu og leggur afturat, at tað kommunan fegin vil vera ein samstarvspartnari, ið leggur lunnar undir, at bústaðir verða bygdir.

Næsta stigið í verkætlanin er at halda tríggjar borgarafundir í Havn, so borgararnir kunnu fáa innlit í nýggja bústaðarpakkan og gera viðmerkingar til ætlaninar. Annika Olsen sigur, at tað er einki at bíða við, tí nóg langt er útliðið at gera nakað við ítøkiliga trupulleikan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819