Bjørt spyr Sirið um dálking

Bjørt spyr Sirið um dálking
Bjørt Samuelsen fer at spyrja landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um tað er loyvt kommunum at dálka sjógv og strendur við plastleiðingum
 
06.02.2018 - 14:00

Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi fer í morgin at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um tað er loyvt kommunum ella kommunalari havn at dálka sjógv og strendur við plastleiðingum, sum t.d. í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar havn.

Hon spyr eisini, hvørji krøv eru til slíkar útbyggingar, tá ið ræður um at dálka umhvørvið og krav um at taka upp eftir sær.

Bjørt Samuelsen sigur, at útbyggingin av Tórshavnar havn hevur havt stóra dálking við sær við plastleiðingum, sum skola upp á land. Hóast víst hevur verið á málið fleiri ferðir, síggjast plastleiðingar rekast allastaðni.

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur meldað kommununa fyri plastdálkingina.

Bjørt Samuelsen vil eisini hava at vita, hvat landsmyndugleikin ger, har kommunurnar sjónliga dálka umhvørvið og ikki halda skylduna um at byrgja fyri dálking. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964