Jarðskjálvti í Teivan

Jarðskjálvti í Teivan
Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, og 219 eru løstað. 145 fólk eru ikki komin afturíaftur, upplýsa myndugleikarnir fyri tíðindastovuni, AP
Mynd: earthquake.usgs.gov  
 
07.02.2018 - 09:56

Bjargingarlið royna at fáa fólk úr rapaðum bygningum eftir jarðskjálvtan í Teivan í gjár.

Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, og 219 eru løstað. 145 fólk eru ikki komin afturíaftur, upplýsa myndugleikarnir fyri tíðindastovuni, AP.

Skjálvtin var har norðuri í Teivan, og hann varð máldur til 6,4 á Ricther-stiganum.

Fimm bygningar í býnum Hua-Lien rapaðu, teirra millum eitt gistingarhús.

Umleið 30 fólk sótu føst í húsatoftunum.

Skjálvtin gjørdi harumframt skaða á vegir, og streymurin og vatnveitingin fóru eisini nógvastaðni. 

Fleiri jarðskjálvtar hava verið í Teivan seinastu tíðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584