Niðurstøða: Báðir partar høvdu skyldina

Niðurstøða: Báðir partar høvdu skyldina
Danska skaðanevndin hevur kannað vanlukkuna í Skopunarfirði, tá Mars og Mykines rendu saman
Her stoyttu Mars og Mykines saman.
 
07.02.2018 - 13:16

Danska skaðanevndin hevur kannað vanlukkua, tá glastrevjabáturin Mars og farmaskipið Mykines stoyttu saman í Skopunarfirði um náttina 31. august í fjør.

Niðurstøðan er, at teir á Mars sóu Mykines og snaraðu men ov seint. 

Teir á Mykinesi sóu Mars í seinna lagi til at sleppast kundi undan samanstoyti.

Báðir partar lótu ov seint við seg koma, og tí slapst ikki undan samanstoytinum.

Báðir partar skyldina

Hvørki skip ella bátur hildu siglingarreglurnar. 

Á Mykinesi vórðu egnar trygdarreglur hjá skipinum ikki hildnar.  

Tá Mykines fór úr havn var nógv at gera hjá teimum á brúnni, og tí var ikki nóg gott útkikk.  

Mykines fór av Havnini klokkan eitt um náttina, og 53 minuttir seinni var samanstoyturin. 

Veðrið var gott og klárt vanlukkunáttina.

Annar maðurin á Mars kom ikki afturíaftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628