Norðoyatunnilin skal byggja tunlar Norður um Fjall

Norðoyatunnilin skal byggja tunlar Norður um Fjall
Tingfólk í andstøðuni hava lagt uppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls at framskunda tunlarnar í Norðoyggjum
 
08.02.2018 - 07:08

Partafelagið Norðoyatunnilin skal byggja og reka nýggju tunlarnar Norður um Fjall, og bummgjaldið skal nýtast at fíggja lánið, sum verður tikið til fíggja tunnilsgerðina.

Tingfólk í andstøðuni hava lagt uppskot fyri tingið um, at partafelagið Norðoyatunnilin skal fáa heimild at fyrireika og forprojektera vega- og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.

Sambært langtíðar løguætlanini hjá landinum verður ikki farið undir nýggjar tunlar Norður um Fjall fyrr enn um fýra ár, men uppskotsstillararnir halda ikki, at tað er ráðiligt at bíða so leingi við verkætlanini.

Verður fíggingin av tunlunum lutvíst knýtt at Norðoyatunlinum, kann almenna játtanin fevna um fleiri ár, og nýtist ikki at spreingja fíggjarkarmin.

Endaligt uppskot seinni

Tá tunlarnir Norður um Fjall er forprojekteraðir, er ætlanin at koma við einum endaligum uppskoti um at broyta verklagslógina fyri partafelagið Norðoyatunnilin, soleiðis at tunnilsfelagið fær heimild at byggja tunlarnar og vegirnar, sum hoyra til.

Uppskotsstillarnir ætla, at partapeningurin í felagnum verður hækkaður, at Norðoyatunnilin tekur byggilán, og at verandi tunnilsgjald heldur fram at fíggja lánið til tunlarnar Norður um Fjall, og at reka teir. 

Íløgan verður umleið 360 milliónir kr., og partapeningurin verður hækkaður við 70 milliónum krónum um árið frá 2021 til 2024.

Rentan verður mett til umleið tvey prosent um árið.

Meðalkostnaðurin at koyra í Norðoyatunlinum er í løtuni 34 krónur, og roknað verður við, at ferðslan fer at vaksa trý prosent um árið.

Við hesum leisti ber til at framskunda tunnilsgerðina Norður um Fjall eini 3-4 ár, verður sagt í viðmerkingunumn til uppskotið.

Viðgjørt í næstu viku

Tey, sum hava lagt uppskotið fram, eru Jákup Mikkelsen, Joen Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, Bill Justinussen og Jenis av Rana í Miðflokkinum, og Bárður Nielsen, Magnus Rasmussen og Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum. 

Uppskotið um, at partafelagið Norðoyatunnilin skal byggja og reka nýggju tunlarnar Norður um Fjall kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin 14. februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851