Meirvirðisgjaldið aftur fyri sjálvboðið arbeiði

Meirvirðisgjaldið aftur fyri sjálvboðið arbeiði
Kunngerðin longd til nýggjársaftan 2019
Tey, sum gera íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi, fáa meirvirðisgjaldi aftur.
 
09.02.2018 - 12:09

Freistin at fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi er longd til 31.desember 2019.

Tær umsoknir, sum Taks tann dagin hevur fingið, verða avgreiddar.       

Felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgur í ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, skulu rinda meirvirðisgjald í landskassan.

Men tey fáa allar pengarnar aftur, um tey søkja um teir frá Taks.

Treytin er tó, at íløgan er yvir eina millión krónur, og í minsta lagi triðingurin er gáva ella innsavnaður peningur við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.

Vil Taks ikki gjalda meirvirðisgjaldið aftur, kann tann avgerðin kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691