Eykajáttan til MR-skannara

Eykajáttan til MR-skannara
Kaj Leo Holm Johannesen hevur skotið upp fyri tinginum at lata Landssjúkrahúsinum 1,6 milliónir krónur í eykajáttan til MR-skannaran
 
12.02.2018 - 12:48

Hetta so skannaran kann nýtast hvønn dag. 

Verður skannarin nýttur meira, verður bíðilistin styttur hjá øllum, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð, verður sagt í uppskotinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur upplýst í einum svari til fyrispurning um MR-skannaran, at skannarin verður brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til.

Skal skannarin brúkast meira, er neyðugt at hækka játtanina til sjúkrahúsverkið, ella umraðfesta virksemið, so minni orka verður brúkt til annað.

Sirið Stenberg upplýsti eisini í svarinum, at CT-skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT-skanning.

Skal MR-skannari brúkast hvønn gerandisdag, er tørvur á tveimum radiograf-ársverkum aftrat, og tað kostar umleið eina millión krónur um árið.

Verða fleiri kanningar gjørdar, fer tað eisini at kosta meira at gera myndagreiningar. Slíkar greiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands. 

Arbeiðir MR-skannarin fimm dagar um vikuna, verður eykakostnaðurin fyri myndagreiningar umleið 600.000 kr. um árið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til uppskotið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887