Heindrikur prinsur heim at doyggja

Heindrikur prinsur heim at doyggja
Heindrikur prinsur er í dag fluttur frá Ríkissjúkrahúsinum til Fredensborg Slot, har hann vil verða seinastu tíð sína.
 
13.02.2018 - 13:24

Tað upplýsir Kongshúsið í tíðindaskrivi.

Støðan hjá prinsinum er framvegis álvarslig. 

83 ára gamli Heindrikur prinsur varð lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið 28. januar, eftir at hann hevði verið í Sharm el Sheikh í Egyptalandi.

Kongshúsið segði tá, at staðfest er, at prinsurin hevur ein góðkynjaðan svull í vinstra lunga, og hann skuldi í viðgerð fyri lungnabruna.

Fríggjadagin boðaði Kongshúsið frá, at hann var versnaður.

Margretha drotning avlýsti ígjár almennar avtalur hjá sær fyri hesa vikuna.

Heindrikur prinsur varð pensjóneraður 31. desember 2015 og hevur síðani ongar almennar uppgávur.

Síðani er heilsan farin at bila, og í juli í fjør boðaði Kongshúsið frá, at eitt heilsufakligt starvsfólk varð sett í starv at hjálpa Heindriki prinsi.

6.september í fjør boðaði Kongshúsið frá, at Hansara Kongliga hátign, Heindrikur prinsur er dementur, skrivar JyllandsPosten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585