Kyndil og VÍF í finalu fyri fyrstu ferð

Kyndil og VÍF í finalu fyri fyrstu ferð
Kyndil og VÍF møtast í kvinnufinaluni, tað er ikki hent áður
 
13.02.2018 - 08:14

Leygardagin spæla kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF steypafinalu í hondbólti, tað er ikki komið fyri áður.

Spælt hevur verið um steypið síðan 1987. Kyndil og VÍF hava bæði roynt at vinna kappingina tríggjar ferðir.

VÍF var í finaluni fyri fyrstu fer í 1999, og tá eydnaðist eisini vestmenningum at vinna kappingina við sigri á StÍF í finaluni.

Steypasigrar hjá VÍF

1999 VÍF-StÍF 21-20
2001 VÍF-VB 31-18
2002 VÍF-Stjørnan 22-18

Kyndil hevði longu verið í fimm finalum - allar ímóti Neistanum, áðrenn tað eydnaðist at vinna tí fyrstu í 2000.

Steypasigrar hjá Kyndli

2000 Kyndil-VB 22-21
2014 Kyndil-Neistin 19-14
2017 Kyndil-Neistin 26-21

Oddalið í landkskappingini í steypafinaluni

VÍF og Kyndil liggja ávikavist nummar eitt og tvey í landskappingini.

Tey hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, Kyndil hevur vunnið ein og VÍF hevur vunnið tveir.

11.10.2016 VÍF-Kyndil 26-21
11.01.2017 Kyndil-VÍF 32-29
14.01.2017 Kyndil-VÍF 15-21

Hondbóltsfinalur beinleiðis í sjónvarpinum

Kringvarpið vísir finaluna beinleiðis, og aftaná verður mansfinalan víst beinleiðis.

13.20 Kyndil-VÍF (kvinnur)
15.50 Kyndil-H71 (menn)

Hóskvøldið verður upptakt til báðar finalurnar í ítróttinum í Degi og viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887