Setrið upptekur løgfrøðilesandi kortini

Setrið upptekur løgfrøðilesandi kortini
18. januar boðaði Fróðskaparsetur Føroya annars frá, at orsaka av sparingum varð eingin upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði í 2018.
 
13.02.2018 - 13:52

Eftirfylgjandi hevur verið hugt eftir øðrum møguleikum at finna sparingar, soleiðis at upptøka í summar kortini verður.

Hetta hevur eydnast. Við at leggja skeiðsskránna um, eru neyðugu sparingarnar funnar, og tí er nú avgerð tikin um at upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði verður í summar, sum vant, skrivar Setrið á heimasíðu síni.

Útvarpstíðindini tosa við Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara á Setrinum, klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628