Sonni somu viðmerking

13.02.2018 - 13:22
AktueltSamfelag
Sonni somu viðmerking
Borgarstjórin í Fuglafirði, Sonni á Horni, heldur fast um upprunaligu kostnaðarmetingina um skúlabyggingina í býnum.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Í hvussu so er til tilboðini eru komin upp á arbeiðini, so fæst at siggja, um 101 millión er nóg mikið, sigur borgarstjórin.

Eftir at hava roknað aftur og fram nógvar ferðir, er niðurstøðan hjá smápartafelagnum Heildarverki í Fuglafirði, at nýggi skúlin fer at kosta meira, enn kommununan hevur sett av. 

Tí hevur felagið boðað Fuglafjarðar kommunu frá, at felagið fer úr partalagssamstarvinum um at byggja nýggja skúlan.

Tórfinn Nón, stjóri í Heildarverki, sigur, at niðurstøðan hjá felagnum er, at ikki ber til at byggja skúlan fyri 101 millión krónur, sum kommunan ætlar.

Hitt arbeiðið, sum annars var í partalagssamstarvinum við Heildarverk, skal kommunan nú bjóða út í vanligum útboði.

Tað verður gjørt í vár, sigur borgarstjórin, Sonni á Horni.

Fuglafjarðar kommuna væntar ikki, at hetta fer at ávirka tíðarætlanina.

Skúlin skal verða liðugur á sumri 2020. Býráðið hevur játtað 101 millión krónur til skúlan.

Um hann nú fer at kosta meira, ber ikki til at siga, fyrr enn tilboðini eru komin inn, sigur borgarstjórin.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. juni
Tilvera - Tað ónda 2 (2)
9247
Sunnudag 27. mai
Tilvera - Tað ónda 1 (2)
9337
Leygardag 26. mai
ALSO: Mussist bara!
81244
Fríggjadag 25. mai
Radarin: Arktis og Public Service
81234
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. mai
Andaktin
81248
Mánadag 21. mai
Hamferð - útgávukonsert
81054
Mánadag 21. mai
Andaktin
81074