Zuma koyrdur frá

Zuma koyrdur frá
Nógv bendir á, at forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, verður koyrdur frá, skrivar Reuters.
 
13.02.2018 - 08:06

- Vit hava gjørt av at koyra hann frá, men hann veit tað ikki sjálvur, skal ein kelda í stjórnarflokkinum ANC hava sagt við tíðindastovuna.

Aðrir miðlar siga, at flokkurin fer at heita á Zuma um at leggja frá sær.

Fundurin í leiðsluni í ANC, har støðan hjá Jacob Zuma var á skránni, endaði í nátt, og tá hevði hann vart í 13 tímar. 

Ónevndar keldur søgdu í gjárkvøldið, at Zuma hevði fingið 48 tímar at leggja frá sær.

Tað frættist, at varaforsetin, Cyril Ramaphosa, og skrivarin í ANC hava verið hjá Zuma og greitt honum frá støðuni.

Zuma skal hava biðið um at sleppa at halda fram sum forseti í tríggjar mánaðir aftrat, og at hann tá skal leggja frá sær sjálvboðin.

Men tað vil ANC ikki góðtaka.

Jacob Zuma legði frá sær sum formaður í ANC í desember. Forsetaskeið hansara er úti næsta ár, men hann er undir stórum trýsti at lata valdið frá sær varaforsetan, Ramaphosa, sum eisini er leiðari í ANC. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819