Andstøðuuppskot viðgjørd í løgtinginum í dag

Andstøðuuppskot viðgjørd í løgtinginum í dag
Langt er millum tingfundirnar, tí løgtingið hevur so fá mál at viðgera. Nógv uppskot eru í nevndunum. Landsstýrið á veg við uppskotum
Seinasta freist at leggja fram uppskot, sum skulu avgreiðast í vár, er 8.mars.
 
14.02.2018 - 07:24

Uppskot hjá andstøðuni verða viðgjørd á tingfundinum í dag.

Løgtingið fer at viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at broyta kommunustýrislógina soleiðis, at borgarstjórar eisini kunnu sita í løgtinginum samstundis.

Sambært uppskotinum skal tað ikki vera ein meiriluti í einum kommunustýri, sum skal gera av, um ein borgarstjóri í fullum starvi kann røkja annað fólkavalt starv.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at sleppa vinnuni undan kringvarpsgjaldi er eisini á skránni í dag.

Tunlar í Norðoyggjum

Og tingið skal viðgera uppskotið hjá tingfólkum úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum um tunlarnar norður um Fjall í Norðoyggjum.

Uppskotið er, at  P/f Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprokjektera vega- og tunnilsgerð millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.  

Atkvøtt verður um tvey mál.
Annað er uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at seta í gildi fyri Føroyar ávísar broytingar í lógini um Fíggjarligt støðufesti. Tað uppskotið verður samtykt, tí øll í Fíggjarnevndini taka undir við tí.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at geva kommununum loyvi til hækka botnfrádráttin verður væntandi felt, tí meirilutin í Fíggjarnevndini, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, mæla frá at samtykkja uppskotið.

Svarar um ST

Og Poul Michelsen, landsstýrismaður, svarar skrivligum fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, um ST. 

Jógvan á Lakjuni spyr millum annað, hví stovnar hjá ST varpa so nógv ljós á fosturtøkuspurningin í Føroyum.

Hann spyr eisini, hvat endamálið er við hoyringunum, sum Føroyar eru til hjá ST-stovnum, og um tað er eitt krav, at vit skulu til hesar hoyringar.

Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858