Freistin ov stutt hjá Vinnunevndini. Úti í morgin

Freistin ov stutt hjá Vinnunevndini. Úti í morgin
Veiðigjaldið hevur nú verið í nevnd í tríggjar mánaðir
Veiðigjaldið er partur fiskivinnunýskipanini, men er ikki komið úr nevnd enn.
 
15.02.2018 - 09:37

Longda freistin, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum fekk frá løgtingsformanninum at gera seg lidna við uppskotið um veiðigjald, var ov stutt.

Frestin er til í morgin, men nevndin hevur ikki fund aftur fyrr enn í næstu viku.

Og hon er ikki liðug við málið enn, hóast hon hevur havt tað síðani 16.november í fjør.

Fiskivinnunýskipanin og onnur mál og jólafrítíðin gjørdu, at Vinnunevndin bað um longri tið enn ein mánað at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni. 

Tað vóru í øllum førum grundgevingarnar hjá nevndini, tá hon bað um longri tíð at viðgera málið.

Orsøkin man eisini vera tann, at semja er ikki í nevndini um, hvat skal standa í álitinum.

Broytingar, ella tillagingar, sum forkvinnan í nevndini sigur, verða gjørdar í lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584