Turkaland og USA fundast

Turkaland og USA fundast
Turkaland og USA fara nú at gera eina roynd at bøta um viðurskiftini millum londini.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson hitti turkiska forsetan, Erdogan, í gjárkvøldið
 
16.02.2018 - 12:02

Í dag hava diplomatar úr Turkalandi og USA, og uttanríkisráðharrarnir í báðum londum havt fund í Ankara.

Á einum felags tíðindafundi segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, at nú verður roynt at fáa viðurskiftini millum bæði londini í rættlag.

Í gjárkvøldið hitti Rex Tillerson eisini turkiska forsetan, Erdogan.

Londini hava avtalað at hava fund aftur í mars. 

Støðan millum USA og Turkaland verið spent síðani kvettroyndina í 2016. Turkaland hevur lagt USA undir at hava styðjað kvettroyndina.

Støðan er versnað seinastu tíðina, tí Turkaland hevur lopið á kurdiskar deildir, sum samgonguherurin í Sýria, sum USA stendur á odda fyri, styðjar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691