Fólk við menningartarni sama rætt til ferðastuðul

Fólk við menningartarni sama rætt til ferðastuðul
Fólk, sum arbeiða á vardum verkstaði, hava rætt til ferðastuðul sum onnur
Ferðastuðul verður latin teimum, sum hava langa leið til arbeiðis.
 
19.02.2018 - 12:08

Fólk, sum hava menningartarn, hava sama rætt til ferðastuðul, um tey arbeiða á vardum verkstaði og hava langan veg til arbeiðis. 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi um koyristuðul til menningartarnað. 

Hon svarar, at sambært TAKS verður lógin um stuðul til ferðaútreiðslur umsitin soleiðis, at fólk, sum hava menningartarn, hava sama rætt til ferðastuðul sum aðrir skattgjaldarar. 

TAKS hevur tó ikki nakra uppgerð, sum vísir tann partin av endurgjaldinum, sum fólk við menningartarni fáa, sigur Kristina Háfoss .

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718