Hjálpirøturnar í bláa húsinum

Hjálpirøturnar í bláa húsinum
Á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn liggur Føroyahúsið, og í húsinum er eisini ein stovnur: Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
Mynd: Føroyahúsið  
 
20.02.2018 - 16:14

Á Vesterbrogade 17 A í Keypmannahavn liggur Føroyahúsið. Í Føroyahúsið koma føroyingar á gátt at hitta landsmenn- og kvinnur, og í hesum húsinum húsast fleiri føroysk feløg. Her er kafévirksemi, føroyskir døgverðar, dansur, konsertir og onnur tiltøk.

Í húsinum er eisini ein stovnur, sum flestu føroyingar, ið búgva ella hava búð í Danmark kenna, nevniliga sjálvsognarstovnurin, Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.

Á hesi ráðgeving, hvørs spírar sóu dagsins ljós í grasrótsrørsluni í føroyska felagslívinum í Keypmannahavn heilt afturi í 1979, arbeiða tveir fast løntir sosialráðgevar. Randi Johannesen, ið hevur starvast í Ráðgevingini síðan 1984, og Morið Jacobsen, ið varð sett í starv 1. mai 2014.

Uppgáva teirra er m.a. at veita føroyingum ráðgeving og vegleiðing í mongu ymiskum viðurskiftum, ið standast av flyting og uppihaldi millum Føroyar og Danmark. M.a. í mun til S.U, bústaðartrygging, skatt, eftirløn, sjúkraviðgerð v.m.

Men hví er tað av týdningi, at vit hava eina slíka ráðgeving fyri føroyingar í Danmark? Hvør er søgan handan ráðgevingina, hvør kann koma á gátt og fáa vegleiðing og ráðgeving, hvørjar avbjóðingar hevur ráðgevingin í dagsins samfelagi, hvat er etiska grundarlag teirra, og hvørjar eru visiónirnar, ætlanirnar og dreymarnir fyri framtíðina?

Hesar spurningar við fleiri øðrum fara vit í hesi sending at varpa ljós á, tá vit hitta Randi Johannesen, sosialráðgeva og Mariannu Andreassen, sjúkrarøtarfrøðing og sosiolog, ið er nevndarlimur í óløntu trýmannanevndini fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

Hoyr sendingina við at trýsta her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584