WHO ávarar um meslingar

WHO ávarar um meslingar
Alheims Heilsustovnurin hjá ST rópar nú varskó, tí so nógvir tilburðir av meslingum eru í Evropa.
 
20.02.2018 - 13:31

WHO sigur sigur rætt og slætt, at talan er um ein sorgarleik, tí í 2016 vóru metfáir meslingatilburðir, men í fjør vaks talið knappliga og ógvusliga.

WHO sigur, at meira enn 20.000 fólk í Evropa høvdu meslingar í fjør, og at 35 doyðu.

Flestu tilburðirnir vóru í Rumenia, Italia og Ukraina.

Serfrøðingar siga, at ein partur av trupulleikanum er, at summi fólk sleppa sær og børnunum undan koppseting, og at tey so kunnu smitta onnur, sum ikki tola koppsetingina.

Meslingar smitta sera illa, og sjúkan kann vera deyðilig. Koppsetingarevnið MFR, sum er partur av koppsetingartilboðnum til børn í Føroyum, byrgir fyri sjúkuni. 

- At útrudda bæði meslingar og reydlingar í Evropa er eitt raðfest mál, sum øll evropeisk lond hava bundið seg til. Vit settu okkum fyri - einaferð med alla - at bjarga børnum okkara undan hesum sjúkunum, og hetta afturstigið eigur ikki at forða okkum í tí, sigur Zsuzsanna Jakab, doktari, sum er stjóri í WHO í Evropa við heimasíðuna hjá alheims-heilsustovninum hjá ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584