Fleiri dagstovnapláss

Fleiri dagstovnapláss
Fleiri dagstovna pláss eru á veg í Klaksvík.
 
23.02.2018 - 06:50

 

Tørvur er á fleiri dagstovnaplássum. Fyri at stytta um bíðitíðina og nøkta tørvin á dagstovnaplássum, samtykti Klaksvíkar býráð á býráðsfundi í gjárkvøldið, at umvæla kjallaran undir spælistovuni hjá Dagrøktarskipanini á Brekku, soleiðis at tvær spildurnýggjar stovur kunnu lata upp har innan stutta tíð.

Av tí at málið verður fíggjað við eykajáttan, hevur tað verið til viðgerð í Býráðnum tvær ferðir, og í gjárkvøldiå varð tað  endaliga samtykt og avgreitt frá Býráðsins síðu, sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Kommunan fer eisini at eftirmeta integratiónspolitikkin. Fyri at tryggja framhaldandi menning á økinum, hevur býráðið eftir tilmæli frá Integratiónsnevndini samtykt, at integratiónspolitikkurin í næstum verður eftirmettur og dagførdur, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012