Løgmaður: Vit eiga eisini at røkka menningarmálum

Løgmaður: Vit eiga eisini at røkka menningarmálum
Aksel V. Johannesen sigur, at tað er neyðugt, at menningarmálini hjá ST verða fólkslig og ikki høgtflúgvandi visjónstos
 
24.02.2018 - 16:11

Landsstýrið fer nú at gera eina støðulýsing til tess at staðfesta, hvar vit eru, tá tað ræður um tey 17 menningarmálini, sum limalondini í ST settu út í kortið fyri trimum árum síðani.

Hesi málini eru galdandi til 2030.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann helt røðu á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum Magni Arge, fólkatingsmaður, skipaði fyri í gjár.

Løgmaður segði, at Føroyar eru ikki bundnar av nøkrum málum, sum tey 193 ST-limalondini hava avgjørt at raðfesta.

Men sum ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum, eiga Føroyar eisini at taka menningarmálini hjá ST til sín, og eftir førimuni royna at røkka teimum.

Tað er ikki nóg mikið, at tað bara eru politikararnir, sum síggja týdningin av mennigarmálunum.

Fólkslig átøk

Tað er neyðugt, at tey gerast fólkslig, tí søgan vísir, at tað er ikki nóg mikið at hava høgtflúgvandi visjónstos, sum ofta endar sum mjørkatos hjá vanliga borgaranum, um ítøkilig mál ikki fylgja við, seg løgmaður.

Aksel V. Johannesen segði, at málið hjá okkum í Føroyum er at kóka menningarmálini niður til tað, sum vitm hvør í sínum lagi, kunnu gera okkurt við í gerandisdegnum.

Hann segði, at á fleiri økjum eru vit millum fremstu samfeløg, tá ið ræður um menningarmálini, eitt nú á vælferðar- og almannaøkinum, á heilsuøkinum og innan grøna orku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585