Amerikanska sendistovan flytast til Jerusalem

Amerikanska sendistovan flytast til Jerusalem
Hetta er eitt søguligt stig, sigur Heather Nauert, talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið.
 
25.02.2018 - 15:06

Nú er greitt, at amerikanska sendistovan í Ísrael verður flutt úr Telaviv til Jerusalem í mai mánaði.

- Hetta er eitt søguligt stig, sum vit gleða okkum til, sigur Heather Nauert, talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið, við Reuters.

Trump viðurkendi Jerusalem sum høvuðsstað

Donald Trump, forseti, avgjørdi í desember at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, og at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv.

Sendistovan verður flutt, samstundis sum Ísrael kann hátíðarhalda 70 ára dagin sum sjálvstøðugt land.

Øll eru ikki fegin um avgerðina hjá Trump, og málið endaði eisini á ST-aðalfundinum, sum við stórum meiriluta samtykti at taka avgerðina aftur. 

128 atkvøður vóru fyri, níggju vóru ímóti, og 35 lond atkvøddu blankt.

Men Trump stendur við sítt, og avgerðin verður ikki broytt, sigur hann. 

Atfinningar ímóti ætlanini

Saeb Erekat, sum stendur á odda fyri palestinsku sendinevndini í friðarsamráðingunum við Ísrael, sigur, at USA brýtur fólkarættin og oyðileggur ætlanina um, at Ísrael og Palestina skulu fáa hvør sítt land. 

Fyrstu tíðina fer amerikanska sendistovan at halda til í konsulátbygningunum í Jerusalem, men ætlanin er at byggja nýggjan bygning til sendistovuna, sum skal verða liðugur í 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585