Torført at fremja vápnahvíldina í verki

Torført at fremja vápnahvíldina í verki
ST trygdarráðið samtykti í gjár eina yvirlýsing, sum skal tryggja vápnahvíld í Sýria næstu 30 dagarnar. Men hon verður torfør at fremja í verki.
Sýriska stýrið hevur bumbað býarpartin Ghouta síðani mánadagin
Mynd: Reuters  
 
25.02.2018 - 15:54

Trygdarráðið hjá ST samtykti í gjár eina yvirlýsing, sum skal tryggja vápnahvíld í Sýria næstu 30 dagarnar. 

Semja hevur ikki verið um spurningin í trygdarráðnum, tí Russland, sum higartil hevur stuðlað Sýriska stýrinum, hevur drálað at taka støðu. Men nú er full semja og ein yvirlýsing samtykt.

Í minsta lagi 500 latið lív

Í Ghouta, ein forstaður til Sýriska høvuðsstaðin Damaskus, er vápnahvíldin harðliga neyðug.  

Síðani sunnudagin hevur Sýriska stýrið, við Bashar al-Assad á odda, uttan íhald framt sera ógvuslig bumbuálop í Ghouta, har 400.000 fólk búgva.

Sýriski mannarættinda-eygleiðarastovurin "The Syrian Observatory for Human Rights" metir, at í minsta lagi 500 fólk hava latið lív, og 2500 eru vorðin særd í bumbuálopunum. Nógv at teimum eru børn og sivil fólk. 

Ongin neyðhjálp

Býarparturin Ghouta hevur verið hersettur av Sýriska stýrinum síðani 2013. Tí ber ikki til at fáa neyðhjálp inn í økið, og sjúk og særd sleppa ikki úr býarpartinum. 

Vápnahvíldin, sum nú er samtykt, hevur tó ikki við sær, at øll bumbuálop steðga. Skrivað er nevniliga inn í yvirlýsingina, at loyvt er at leypa á islamistar úr Islamiskum stati, úr Al-Queda og úr Nusra.

Ringt at fremja vápnahvíldina í verki

Hóast ein vápnahvíld nú er samtykt, er enn langt á mál at tryggja, at fleiri sivil fólk ikki verða dripin, sigur Anders Samuelsen, uttanríkismálaráðharri í Danmark við DR.

"Vápnahvíldin má fremjast í verki, og altjóða samfelagið má hava eftirlit við at semjan veruliga verður sett í verk. Í tí sambandi vænti eg, at Russland fær ein týðandi leiklut, tí Russland kann leggja trýst á Sýriska stýrið", sigur Anders Samuelsen við DR.

Bumbuálopini halda áfram 

Líkt er til, at tað verður ein stór avbjóðing at fremja vápnahvíldina í verki. CNN skrivar, at stutt aftaná at yvirlýsingin var samtykt, vóru flogborin álop framd av Sýriska stýrinum í Damaskus. Og nú seinnapartin váttar læknin Hamza Hassan, sum starvast á Arbeen hospitalinum í eystara partinum av Ghouta, hetta. "Onki er broytt, og luftálopini halda áfram", sigur hann við CNN. 

Panos Moumtzis, sum samskipar neyðhjálpararbeiði hjá ST, sigur við CNN, at í minsta lagið sjey fólk hava latið lív síðani yvirlýsingin varð samtykt. 

Og harumframt boðaði Bashar Ja'afari, ST ambassadørurin hjá Sýrisa, stutt aftaná at yvirlýsingin varð samtytk frá, at sýriska stýrið framhaldandi fer at fremja álip á fólk, sum stýrið metir hoyra til yvirgangsbólkar. 

"Vit hava rætt til at verja okkum, og vit fara at halda áfram at niðurberja yvirgangsbólkar, tá vit finna teir á sýriskari jørð", segði sýriski ST ambassadørunrin Bashar Ja'afari, stutt aftaná at vápnahvíldin varð samtykt.

Jakob Harbo, stjóri fyri altjóða Danska Reyðakrossinum sigur tó við DR nú seinnapartin, at álopini eru vorðin nógv færri í talið, og tí er vón fyri, at vápnahvíldin hevur ein virknað. Han vísur tó samstundis á, at tað ikki eru heilt friðarligt, og at álop hava verið framd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012