Kambur sleppur ikki at landa

bannari
Kambur sleppur ikki at landa
Ásetingin í nýggju fiskivinnulógini um at allur fiskur frá føroyskum skipum skal um føroyskan kaikant, fær nú ítøkiligar avleiðingar
 
26.02.2018 - 13:46

Kambur roynir í løtuni undir Íslandi. Skipið kom í morgun inn á Hafnafjørðin, tí tekniskir trupulleikar vóru við eini kumpass umborð.

Kambur hevur okkurt um 50 tons í lastini, og skiparin ætlaði at nýta hetta høvið til at landa fiskin har og senda hann heim við bingju til Føroya.

Ein leistur, sum Kambur hevur brúkt síðstu árini, tí íslandskvotan hjá skipinum er nakað størri enn til ein túr, men ov lítil til tveir íslandstúrar.

Fiskurin skal landast í Føroyum

Reiðaríið hjá línuskipinum Kambi hevur fyrrapartin verið í samband við føroyskar myndugleikar fyri at fáa undantaksloyvi at landa tey 50 tonsini í Íslandi og flyta fiskin heim til Føroya í bingjum.

Men svarið er noktandi - tað er í stríð við nýggju fiskivinnulógina, sum sigur, at fiskurin skal landast í Føroyum.

- Manglandi forstálsli fyri fiskiskapi

Tá línuskipini fiskaðu á Flemish Kap fingu tey loyvi at landa fiskin í Bay Roberts og flyta fiskin heim til Føroya í bingjum. Men tað ber ikki til, tá línuskipini fiska undir Íslandi.

Mortan Mortensen, skipari á Kambi ásannar, at sjálvandi eiga reiðaríið og hann sum skipari at seta seg inn í nýggju fiskivinnulógina og kenna tær treytir, hann sambært nýggju fiskivinnulógini skal virka undir.

- Men treytirnar eru fullkomuliga við síðuna av og vísa manglandi forstáilsi fyri fiskiskapi, heldur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819