LÍV fíggjar kanska Hotell Atlantic

26.02.2018 - 17:17
AktueltVinna
LÍV fíggjar kanska Hotell Atlantic
Eftirlønarfelagið LÍV, sum hevur stovnað fastognarfelag saman við Atlantic Airways, skal møguliga eisini fíggja ein part av verkætlanini.
Mynd: © Kontrast  
 

Hvussu stór tann upphæddin verður, er ikki møguligt at staðfesta í løtuni, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV, ið skal byggja hotell saman við Atlantic Airways. 

Jan Jakobsen vil ikki vísa aftur, at LÍV møguliga eisini verður við at fíggja ein part av verkætlanini. Ein verkætlan, ið verður mett at kosta 120 milliónir krónur, har LÍV eigur 60% og Atlantic Airways eigur 40%.

Jan Jakobsen sigur, at áðrenn LÍV gjørdist partur av verkætlanini, mettu tey um váðan og settu eitt avkastkrav í mun til íløguna.

Hann vil ikki siga, hvussu stórt tað kravið er, ella hvussu stóran hann metir váðan at vera, men einans at verkætlanin er nóg áhugaverd fyri LÍV, at tey vildu gerast ein partur av henni.

Snýr seg um íløguna

Kjak hevur tikið seg upp hvørt íløgan, ið LÍV setur í eitt hotell í Havn, ikki eins væl var brúkt uppá á at byggja bústaðir. Tað er eingin loyna, at bústaðarneyðin er stór hjá nógvum og millum annað hevur Tórshavnar kommuna sett átøk í verk, ið skulu bøta um tann trupulleikan.

Jan Jakobsen sigur, at LÍV hevur verið í ymsum tilgongdum við bústaðarbygging, men at higartil hevur einki av teimum borðið á mál.

Jan Jakobsen sigur, at tá LÍV ger íløgur, so er tað møguleikin fyri avkastið, ið fyrst og fremst ger seg galdandi. Hann sigur, at higartil hevur tað verið torført at fáa trygd fyri íløguna í samband við bústaðarbygging, og tí hava teir ikki sett pengar í higartil.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558