Løgmaður leggur revsilóg fyri tingið

Løgmaður leggur revsilóg fyri tingið
Aksel V. Johannessen, løgmaður hevur í dag latið løgtinginum uppskot um at umseta ein part av revsilógini til føroyskt
 
28.02.2018 - 16:07

Samstundis verða nakrar dagføringar eisini gjørdar í lógini.

Í hesum umfarinum snúgva dagføringarnar seg um kapittul 25-29, sum eru um brotsverk móti lívi og likami, móti persónliga frælsinum, um ónáðir og ærumeiðing, um fíggjarbrotsverk og um serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar.

- Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tillagað revsilógina til føroysk viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í fráboðanini.

Løgtingið heitti á heysti í 2015 á landsstýrið um at fara undir at føroyska og dagføra revsilógina. 

LØgmansskrivstovan sigur, at talan er um eitt sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði. Av somu orsøk verður arbeiðið gjørt í smærri pørtum.

Arbeiðið at føroyska alla revsilógina er væntandi liðugt í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628