Búskaparráðið: Pensjónsnýskipan er ikki nóg mikið

bannari
Búskaparráðið: Pensjónsnýskipan er ikki nóg mikið
Størsta einstaka avbjóðingin fyri føroyska samfelagsbúskapin er, at vaksandi talið á eldri borgarum fer at trýsta útreiðslurnar uppeftir
 
01.03.2018 - 10:00

Størsta einstaka avbjóðingin fyri føroyska samfelagsbúskapin er - enn sum áður, at vaksandi talið á eldri borgarum fer at trýsta útreiðslurnar í heilsuverkinum og eldrarøktini uppeftir. Og pensjónsnýskipan einsamøll loysir ikki allan trupulleikan.

Tað sigur Búskaparráðið, sum klokkan 10 legði sína Búskaparfrágreiðing fyri 2018 fram.

Ráðið ávarar politiska myndugleikan um at lata seg misleiða av núverandi "góðu tíðunum, stóra arbeiðsvirkninum ella vøkstrinum í fólkatalinum". Tí sonevndu góðu tíðirnar nú, loysa ikki demografiska haldføristrupulleikan, sigur Búskaparráðið.

Hetta er sama ávaring, sum Búskaparráðið er komið við í mongum frágreiðingum: at vit gerast alsamt fleiri eldri, sum ikki arbeiða og rinda skatt, men sum krevja røkt og viðgerð. 

Pensjónsnýskipanin er ikki nokk

- Búskaparráðið hevur ongantíð mett, at ein pensiónsnýskipan sum einsamalt tiltak, kann loysa allan haldføristrupulleikan. Tí eru aðrar nýskipanir, ið geva sítt íkast til inntøkurnar hjá tí almenna, neyðugar, um haldføristrupulleikin skal loysast, stendur í frágreiðingini.

Nýskipan ella ei, mongu pensjónistarnir fara ikki gjøgnum sín skatt og avgjøld at kunna fíggja vaksandi útreiðslurnar í eldra- og heilsurøktini, er boðskapurin.

Tíðirnar eru góðar nú, men ráðið metir seg ikki hava gjørt ov nógv av, tá tað snýr seg um haldførisavbjóðingina og tørvin á nýskipanum, stendur í niðurstøðuni hjá Búskaparráðnum.

Les alla frágreiðingina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652