Landsstýrið: Pensjónsnýskipanin betrar haldførið

bannari
Landsstýrið: Pensjónsnýskipanin betrar haldførið
Hækkingin í pensjónsaldrinum hækkar haldførið nakrar hundrað milliónir
Pensjónsnýskipanin betrar haldførið hjá landsbúskapinum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
 
01.03.2018 - 08:03

Mett verður, at pensjónsnýskipanin betrar haldførið hjá landsbúskapinum 340 mió. kr. í føstum prísum í 2040 og 690 mió. kr. í 2060. 

Hetta svarar til ávikavist 1,9 prosent og 3,8 prosent av BTÚ, bruttotjóðarúrtøkuni. 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Bárð Nielsen, løgtingsmann, sum spurdi um pensjónsnýskipanina. 

Kristina Háfoss sigur, at sum frá líður er hækkingin av inngjaldi og útgjaldi í Samhaldsfasta neutral fyri haldførið. 

Mett verður, at hækkingin í pensjónsaldrinum í sjálvum sær betrar haldførið 200 mió. kr. í føstum prísum í 2040 og 390 mió. kr. í 2060. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652