Søgulig broyting í Formel 1

Søgulig broyting í Formel 1
Sonevndu Grid Girls verða ikki at síggja til Formel 1-heimsmeistarakappingina í ár
Formul 1 viðurkennur nú, at tað er ikki í samsvari við samleikan og normar hjá ítróttini
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
02.03.2018 - 07:49

Stjórin fyri Formel1 motorítróttinum, Ross Brawn, segði við BBC Radio 5 í desember, at tey hava endurskoðað gamla vanan at brúka kvinnuligar modell í sambandi við kappingar.

Grid Girls eru modell, sum verða brúkt til ávís tiltøk, og tær eru í klæðum, har navnið á høvuðsstuðlinum stendur á. Uppgávan hjá teimum er eitt nú at halda regnskjólum, navnaskeltum hjá koyrarunum og at standa á pallinum, tá vinnandi koyrarin kemur gangandi inn á pallin.

- Í fleiri áratíggju hava Grid Girls verið partur av Formel 1 Grand Prix'num, men hendan mannagongdin samsvarar ikki við okkara samleika og heldur ikki við normarnar í framkomnum samfelagi. Vit halda ikki, at tað hevur nakað at týða fyri Formel 1 og fjeppararnar - gamlar og nýggjar kring allan heim, sigur Sean Bratches, marknaðarstjóri hjá Formel 1.  

Aðrar ítróttargreinar

The Women's Sport Trust, sum er samtakið fyri kvinnur í ítrótti, sigur í fráboðan, at tað mælir ítróttargreinum, sum súkkling, nevaleiki og UFC at gera tað sama, sum Formel 1 nú hevur gjørt, og endurskoða mannagongdina at brúka podium-gentur, ring-gentur og octagon-gentur.

Í desember gjørdi BBC Sport spurnakanning, um Grid Girls skulu verða partur av Formel 1. Kanningin vísti, at 60% taka undir við tí.

Vónbrotin

Og spyrt tú Charlotte Gash, sum sjálv er Grid Girl, so er hon heldur ikki fegin um avgerðina. 

- Eg eri í øðini, og eg eri vónsvikin um, at Formel 1 hevur slakað fyri minnilutanum bara fyri at verða politiskt korrekt, segði Charlotte Gash við BCC Radio 5 Live. 

Fyrsta Fomel 1-kappingin í Australian Grand Prix í ár verður í Melbournr 25. mars - uttan Grid Girls.

Fyrireikararnir av Tour de France-súkklukappingini umhugsa nú eisini at gevast við at brúka pall-gentur, tá vinnararnr skulu heiðrast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584