Danska fiskivinnan óttast Brexit

Danska fiskivinnan óttast Brexit
Michel Barnier, samráðingarleiðari fyri ES, hevur júst verið á vitjan hjá donsku fiskivinnuni
 
04.03.2018 - 10:31

- "Vit fara at tosa um evnir, sum hava beinleiðis samband. Og tað er okkara atgongd til bretskan sjógv og teirra atgongd til okkara marknað".

Soleiðis segði Michel Barnier, samráðingarleiðari fyri ES, tá hann var á vitjan hjá donsku fiskivinnuni í Thyborøn, skrivar DR.

Danska fiskivinnan óttast fyri at missa inntøkur, tá Bretland fer úr ES.

Sambært einari frágreiðing frá Allborg Universitet, sum var almannakunngjørd í januar, fiska danir fyri eina milliard krónur í bretskum sjógvi. Sambært frágreiðingini eru millum 272 og 844 donsk arbeiðspláss í vanda, orsakað av Brexit.

Bretland kann sýta skipum úr ES-londum at fiska í bretskum sjógvi. Men hetta kann eisini fáa avleiðingar fyri bretsku fiskivinnuna. Tí Bretland útflytir fisk og skeljadjór fyri 7,5 milliardir krónur um árið. Ætlar Bretland tí at sýta skipum úr ES at fiska í bretskum sjógvi, kann ES leggja stóran toll á fisk úr Bretlandi.

- "Michel Barnier greiddi frá, at hann sum samráðingarleiðari hjá ES í samband við Brexit er sinnaður at leggja trýst á Bretland. Men hann kann tó einans gera, um hann fær stuðul frá teimum 27 ES-londunum", sigur Ole Ryborg, ES-serfrøðingur hjá DR.

Tí verður tað mett vera neyðugt, at danski forsætisráðharin Lars Løkke Rasmussen má ganga á odda í at geva Barnier heimild at seta hørð krøv í fiskivinnu-samráðingunum, skrivar DR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672