Forboð at svimja í dýrum svimijiklæðum

Forboð at svimja í dýrum svimijiklæðum
Svimjisamband Føroya hevur gjørt av at seta forboð fyri at børn yngri enn 12 ár svimja kapp í dýrum kappsvimji-klæðum
 
05.03.2018 - 11:46

Talan er eitt gamalt mál, sum eisini hevur verið viðgjørt á altjóða stigi, sigur Svimjisambandið, og endamálið er fyrst og fremst at avmarka kostnaðin av at vera svimjari, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. 

- Grundleggjandi skal tað ikki verða for dýrt at vera svimjari, sigur hann. 

- Nú kostar tað at vera í ítrótti, og svimjing er ikki kent fyri at vera ein bíligur ítróttur, men vit ynskja at fólk skulu verða í ítróttinum, sigur formaðurin í Svimjisambandinum um nýggja forboðið. 

- Hesi klæðini eru bara klæðir hóast alt. Um fólk eru innstillað upp á at brúka eina rúgvu av pengum upp á svimjing, so var tað betri farið í feløgini, til venjingina og til venjarar enn í klæðir og útgerð, sigur hann. 

12 ár og yngri

Forboðið verður galdandi fyri børn 12 ár og yngri, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Dýrastu kappsvimjiklæðini hava ligið heilt uppi á 6-7.000 krónum fyri draktina. 

- Alt eftir hvussu man hugsar um tað, so kann tað vera dýrt ella ikki dýrt. Stóri trupulleikin við teimum er, at omaná at tær kosta nógv, so eru tær at so at kalla eingangs. Tær halda stutt - nakrar fáar stevnur, sigur hann. 

Tað var á ráðstevnu við Gjógv um vikuskiftið, at ætlaða forboðið varð samtykt av umboðum fyri øll feløgini og Svimjisambandinum. 

Forboðið kemur í gildi, tá kappingarárið 2019-20 byrjar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584