Løgtingsnevndir viðgera 24 uppskot fyrrapartin

bannari
06.03.2018 - 07:54
AktueltPolitikkur
Løgtingsnevndir viðgera 24 uppskot fyrrapartin
Trivnaðarnevndin fer í gongd við fyrstu hoyringar í samband við uppskot um royndarskipan við medisinskum kannabis í Føroyum
 
 

Nógv virksemi er í løgtinginum fyrrapartin. Klokkan eitt korter til tíggju fara Trivnaðarnevndin, Vinnunevndin og Fíggjarnevndin á fund. Umframt kannabis-málið skal Trivnaðarnevndin millum annað viðgera eitt lógaruppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at broyta viðbótina til ávísar pensjónistar. Eisini skal Trivnaðarnevndin viðgera uppskot til samtyktar frá Sambandsflokkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar. Somuleiðis er Pensjónsnýskipanin á skránni fyri fundin í Trivnaðarnevndini.

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur sent boð eftir fýra fólkum í samband við cannabis-málið. Ein teirra er Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum er millum teirra, sum hava strongt á at geva sjúklingum betri atgongd til cannabis. Trivnaðarnevndin ætlar eisini at kalla millum annað landsapotekaran, landslæknan og umboð fyri kommunulæknarnar á fund um hetta málið. Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur lagt uppskot fyri løgtingið. Talan er um uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um royndarskipan við medisinskum cannabis. Seinni skulu boð sendast eftir fleiri,

Veiðigjaldi er á skránni á fundinum í Vinnunevndini, sum eisini skal umrøða ætlaðu broytingarnar í alilóggávuni.

Fíggjarnevndin hevur sett ikki færri enn 14 mál á skrá fyri sín fund í morgun. Millum málini eru uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at gjald til yrkisfeløg skal kunna dragast frá í skatti.

Hóast mál eru sett á skrá fyri nevndarfundir, so er tó langt frá altíð, at løgtingsnevndin nær at viðgera tey.

Tingfundur byrjar klokkan 11. Á skránni er millum annað broytingar í lógini um tryggingarvirksemi og tvey uppskot til samtyktar frá Sambandsflokkinum, ávíkavist um at byggja kampus og akademiskan vitanardepil og at seta á stovn eina listaskúlaskipan.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. november
Góðan morgun Føroyar 191118
87952
Mánadag 19. november
Við Tórði á túri á Kósini í Klaksvík
87919
Mánadag 19. november
Norðurljóð 19.november 2018
87576
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. november
3-2
87924
Mánadag 19. november
Miss Perfect (4:6)
87155
Mánadag 19. november
Plastgongustjørnan (3:4)
87975
Sunnudag 18. november
Andaktin
87870
Sunnudag 18. november
Guðstænasta úr Gjáar kirkju
87872