Snýr seg um at skapa arbeiðspláss

Snýr seg um at skapa arbeiðspláss
Økt ferðavinna og fleiri skúlatilboð kunnu vera við til at skapa fleiri arbeiðspláss í Suðuroynni og økja um fólkatalið.
 
06.03.2018 - 18:42

Tað vóna kommunurnar í Suðuroynni, sum fyrireika átøk, ið kunnu venda gongdini í oynni.

Lækkandi pinkubarnatalið í Suðuroynni og lági inntøkuvøksturin sammett við restina av landinum, hevur fingið kommunurnar í oynni at stinga høvdini saman at royna at finna eina loysn at venda gongdini.

Tað snýr seg um at skapa arbeiðspláss, sum kann gera tað lokkandi fyri ungfólk at seta búgv í oynni, sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm.

Burðartalið í Suðri er lækkandi. Í fjør vórðu bara 40 børn fødd í oynni, og hetta er tað lægsta í nógv áratíggju. 

Lutfallið millum pensjónistar og kvinnur í barnførum aldri er broytt, soleiðis at tað nú eru færri kvinnur í burðarførum aldri í oynni enn tað eru pensjónistar.

Dennis Holm upplýsir, at talið á borgarum 67 ár og eldri er økt 9 prosent seinastu trý árini síðan eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita.

Fyri at bøta um javnvágina er neyðugt at skapa størv til ungfólk í oynni. serliga størv til tær góðu útbúgvingarnar.

Kommunurnar í Suðuroynni hava avtalað fund við landsstýrið í apríl mánað, og har fara tær at leggja fram nøkur uppskot um átøk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584