Rembingar í miðlalandslagnum

Rembingar í miðlalandslagnum
Journalistiska yrkið stendur fyri stórum avbjóðingum, og talið á størvum er minkað munandi síðstu 10 árini, staðfestir Føroysk Miðlafólk
Nevndin í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk.
Mynd: Føroysk Miðlafólk  
 
07.03.2018 - 09:07

Í gjár var fyrsti fundir eftir aðalfundin hjá Føroysk Miðlafólk, har nevndin varð skipað. Øll nevndin heldur fram við Jón Brian Hvidtfeldt sum formanni.

Felagið sigur, at rembingar fara fram í føroyska miðlaheiminum í hesum døgum, har politiskt ynski er øðrumegin um at styrkja fjølbroytnið í føroyska miðlalandslagnum, og eitt ítøkiligt stig tann vegin er
Miðlastuðulsnevndin, sum fyri stuttum á fyrsta sinni býtti út stuðul til privatar miðlar. 

Hinumegin er afturvendandi diskusjónin um leiklutin hjá almenna Kringvarpinum. Aktuella lógaruppskotið um at slíta tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur í tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir elvdi til nógv kjak, og summi hava síðani skotið upp at stovna eina nýggja, almenna útvarpsstøð fyri at økja um
fjølbroytnið í tíðindaflutninginum.

Við aktuellu støðuni í huga fer Føroysk Miðlafólk í næstum at skipa fyri almennum pallborðsfundi um miðlar og miðlalandslagið, sigur felagið í fráboðan frá aðalfundinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652