Kvinnan dømd 3 ár og 9 mánaðir fyri m.a. neyðtøku

Kvinnan dømd 3 ár og 9 mánaðir fyri m.a. neyðtøku
Ein føroyingur, ein 42 ára gamal maður, er eisini skuldsettur og situr varðhaldsfongslaður í málinum
Mynd: Rætturin í Lyngby  
 
08.03.2018 - 16:33

Rætturin í Lyngby hevur dømt eina 42 ára gamla kvinnu í fongsul í trý ár og níggju mánaðir fyri millum annað at hava neyðtikið eitt barn.

Kvinnan, sum er ættað úr Charlottenlund, játtaði seg seka í millum annað at hava roynt at neyðtikið, fyri at hava neyðtikið á annan hátt enn samlegu, fyri blygdanarskemd og fyri at gera upptøkur, liggja inni við og senda víðari barnapornografiskt tilfar - sum alt hevur við eitt og sama barn, sum tá tað hendi í fjør var fýra ára gamalt. Tað skrivar rætturin í Lyngby.

Føroyingur skuldsettur

Ein føroyingur, ein 42 ára gamal maður, er eisini skuldsettur og situr varðhaldsfongslaður í málinum. Hann skal hava skundað undir kvinnuna at gera hesa upptøkur.

Nú dómur er sagdur í hesum málinum, fer ákæruvaldið at skriva ákæruritið móti føroyinginum liðugt, og tá verður eisini støða tikin til, hvussu ákæran móti manninum skal orðast, sigur løgreglan í Norðursælandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652