Tilfeingisgjøld í Búskapargrunn

Tilfeingisgjøld í Búskapargrunn
Men fyrstu 400 milliónirnar frá fiskivinnuni og alivinnuni skulu tó í landskassan, sigur Kristina Háfoss
Landsstýrið kemur nú við sínum boði uppá, hvussu tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni og alivinnuni skal býtast millum landskassa og Búskapargrunn
 
08.03.2018 - 08:51

Partur av tí, sum landskassin krevur inn í tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni og alivinnuni, skal í Búskapargrunnin.

Tað ætlar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum vil broyta lóggávuna fyri Búskapargrunnin.

Sambært lógaruppskotinum skulu fyrstu 250 milliónir krónurnar, sum landskassin krevur inn frá fiskivinnuni, fara beinleiðis í landskassan, meðan inntøkur omanfyri 250 milliónir skulu í Búskapargrunnin. Fyrstu 150 milliónirnar av tilfeingisinntøkunum frá alivinnuni skulu í landskassan, meðan inntøkur omanfyri 150 milliónir skulu í Búskapargrunnin.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið ásannar Kristina Háfoss, at landskassin ikki hevur ráð at seta alt tilfeingisgjaldið í Búskapargrunnin. Inntøkurnar frá tilfeingsgjaldinum síðstu árini eru brúktar til at breiðka skattagrundarlagið, og eru í ávísan mun komnar í staðin fyri vanliga inntøkuskattin, ið er lækkaður.

Landsstýrið ætlar, at Búskapargrunnurin skal vera eitt konjunktur-javnandi amboð. Tað merkir, at í hákonjunkturi verða pengar settir í grunnin, og í lákonjunkturi kunnu pengar úr grunninum stuðla undir búskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802