Strika skrásetingargjaldið á bilum

Strika skrásetingargjaldið á bilum
Allir føroyingar skulu hava ráð til at keypa sær ein nýggjan og góðan bil, tað halda Bill Justinussen og Jørgen Niclasen
 
09.03.2018 - 09:12

Allir føroyingar - eisini tey við lágum og miðal inntøkum - skulu hava ráð til at keypa sær ein nýggjan og góðan bil.

Tað ljóðar sum ein ynskidreymur - men tað er nú eitt lógaruppskot, sum løgtingið skal taka støðu til.

Einki skrásetingargjald í 2020

Bill Justiniussen úr Miðflokkinum og Jørgen Niclasen, úr Fólkaflokkinum, skjóta upp at strika skrásetingargjaldið á bilum.

Tað skal tó gerast í stigum yvir fimm ár, til tað er heilt burtur í 2022.

Miðflokkurin vísir á, at fyri tað mesta eru tað fólk við høgum inntøkum, sum hava ráð at keypa sær ein góðan bil. 

Tað gongur útyvir trygdina og komfortið hjá føroyingum. Við at strika skrásetingargjaldið í stigum yvir fimm ár, fara føroyingar við lágum og miðal inntøkum at hava møguleika at keypa sær bil, sum bert hálønt vanliga hava ráð at keypa í dag.

Neyðsynjarvøra

Bilur er ein grundleggjandi neyðsynjarvøra í gerandisdegnum hjá flestufólkum.

- Við ferðslutrygd fyri eyga er rætt at lóggeva, so at fólk, eisini tey við lágum og miðal inntøkum, hava umstøður at útvega sær ein góðan bil, sigur Miðflokkurin. 

Svøríki, Týskland og Ongland eru dømi um lond, har onki skrásetingargjald er á persónbilar. 

160 milliónir í Landskassan

Skrásetingargjaldið er í dag ein stórur partur av kostnaðinum fyri ein nýggjan bil. Í fjør fekk landskassin 160 milliónir krónur í inntøku frá skrásetingargjøldum á bilar.

Við at strika skrásetingargjaldið missir landskassin hesar inntøkur. Men tó roknar Miðflokkurin við, at landskassin fer at fáa nakað meira inn í meirvirðisgjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887